Eftirlýsti maðurin er handtikin á sjónum

Eftirlýsti maðurin er handtikin á sjónum
Manningin á Norrønu tók ígjárkvøldið 29 ára gamla mannin, sum er undir illgruna fyri at hava tikið nógvar pengar í einum handli í Havn
 
27.05.2017 - 10:13

Eftir at løgreglan í gjár almannakunngjørdi fleiri myndir av manninum, fekk løgreglan fleiri fráboðanir, eisini frá fólki umborð á Norrønu.

Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini sigur, at kanningar vístu, at maðurin var væl kendur av løgregluni í danska ríkinum, og í samráð við manningina á Norrønu varð gjørt av at taka mannin.

Tað gjørdi manningin millum klokkan níggju og tíggju í gjárkvøldið, tá hann sat í hitapottinum á dekkinum. Maðurin gjørdi einki um seg, tá hann var tikin.

Hann er um 29 ára gamal og verður í løtuni latin donsku løgregluni, tí Norrøna er komin til Hirtshals.

Maðurin kemur fyri ein dómara í Danmark, fyri at verða varðhaldsfongslaður, og verður síðani sendur til Føroya, fyri at koma fyri rættin. Men nær tað verður, er ikki greitt.

Maðurin hevði pengarnar hjá sær, so allir pengarnir eru komnir afturíaftur. Hvussu nógvar pengar talan var um, vil Hildur Hentze ikki siga, men talan var um stóra upphædd, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391