Brexit ávirkar kanska fiskivinnuavtalur

Brexit ávirkar kanska fiskivinnuavtalur
Tað kann fáa týdning fyri avtalurnar, sum Grønland og Føroyar hava við Bretland, serliga á fiskivinnuøkinum, nú Bretland er á veg úr ES
Brexit kann fáa týdning fyri fiskivinnuavtalurnar, Grønland og Føroyar hava við Bretland
 
30.05.2017 - 09:27

Danmark vil hava Føroyar og Grønland við í samráðingarnar um Brexit. Tað viðganga danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, sambært grønlendska kringvarpinum, KNR.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur upplýst fyri Fólkatinginum, at ein bólkur undir forsætismálaráðnum hevur samskifti við Føroyar og Grønland fyri at tryggja áhugamálini hjá ríkisfelagsskapinum, tá nýggjar avtalur skulu gerast millum danska statin og Bretland.

Samstundis er danska sendistovan í London eisini opin fyri, at Føroyar og Grønland kunnu leggja fram síni sjónarmið fyri bretar, segði Lars Løkke Rasmussen. Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, váttar eisini hetta í brævi til grønlendsku fólkatingskvinnuna, Aaju Chemnitz Larsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604