Sjálvboðin tóku fleiri tons av burturkasti upp

Sjálvboðin tóku fleiri tons av burturkasti upp
Upp í 55 sekkir av ruski, ein aliring og ymiskar størri lutir, sum tyrlan má beina burtur. Sjálvboðin ruddaðu leygardagin Trongisvágsbotn
Soleiðis sá út í Trongisvágsbotni áðrenn sjálvboðin tóku fleiri tons av burturkasti leygardagin
Mynd: Skíggjamynd/Ringrás á YouTube  
 
30.05.2017 - 14:26

Tey gingu ikki tómhent - tey 45 sjálvbodnu fólkini, sum leygardagin tóku seg saman og tóku alt ruskið, sum lá og rakst á Trongisvágsbotni í Suðuroy, upp.

Sí video og myndir niðanfyri

Tað bleiv upp í 55 rusksekkir av burturkasti, umframt ymiskar størri lutir, sum tyrla kemur at taka upp seinni. Til dømis ein aliring, skrivar umhvørvisátakið, Ringrás, á Facebook.

Greinin heldur fram niðanfyri

Video: Soleiðis sá Trongisvágsbotnur út áðrenn ruddingina

- Hetta var allarhelst Føroya størsta ruddingartiltak, skrivar Ringrás, ið hevur sett sær fyri, at varpa ljós á og miðla boðskapin um dálking ymsa staðni í Føroyum.

Niðanfyri her síggjast myndir frá ruddingarátakinum leygardagin, sum umhvørvisátakið, Ringrás, hevur lagt á facebooksíðuna eftir ruddingarátakið um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162