Fiskaaling dundrandi hall

Fiskaaling dundrandi hall
Fiskaaling hevði meira enn 18 milliónir krónur í halli í 2016. Landsstýrið vil sleppa at spræna pening í felagið
 
06.06.2017 - 12:25

Fiskaaling hevði yvir 18 milliónir krónur í halli í fjør. Støðan er so hættislig, at landsstýrið vil sleppa at spræna næstan 10 milliónir inn í felagið beinanvegin og at niðurskriva partapeningin í felagnum.

Fiskaaling hevur havt eitt sera ringt ár í 2016. So ringt, at landið nú noyðist at taka um endan. Felagið hevði 18,6 milliónir krónur í halli í fjør.

Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, har landsstýrismaðurin fr heimild at niðurskriva partapeningin í Fiskaaling upp á 4,3 milliónir til null krónur. Og samstundis hækka partapeningin til 500.000 krónur.

Rognaframleiðslan svikalig

Haraftrat skal landsstýrismaðurin fáa heimild til at hækka partapeningin til yvirkurs, soleiðis at upphæddin, sum verður skotin inn kann vera upp til 9,5 milliónir krónur.

Orsøkin til at Fiskaaling nú skal hava pengar, er at rognaframleiðslan seinastu árini ikki hevur givið nóg nógvar inntøkur til felagið. felagið hevur staðgað rognaframleiðsluni.

Felagið stendur og skyldar 18,6 milliónir krónur. Tørvur er á, at felagið niðurrindar skuldina og fær rættað upp á eginiognina, sigur landsstýrismaðurin í viðmerkingum til uppskotið.

Bankin vil hava eina ætlan

Skuldin hjá Fiskaaling stendst millum annað av einum veðláni hjá Bank Nordik upp á 5,2 milliónir krónur, ein kassakredittur til Bank Nordik upp á 9,5 milliónir krónur. So eru tað aðrir kreditorar, sum Fiskaaling skyldar 3,5 milliónir til og so lønarhækking til akademikarar sum er 400.000 krónur.

BankNordik hevur boðað frá, at tey vilja hava eina ætlan fyri, hvussu Fiskaaling niðurrindar skuldina og fær rættað upp á eginognina. Kassakreditturin frá BankNordik er galdandi fram til 31. desember 2017, eftir hetta lækkar kreditturin niður á 7,2 milliónir krónur.

Við nýggja kapitalinnskotinum kann skuldin hjá felagnum verða niðurgoldin soleiðis, at framtíðarvirksemið hjá P/F Fiskaaling innan gransking, menning og tænastur ikki verður nervað av vánaligu fíggjarstøðuni, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum í uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040