Landsbankastjórin settur

Landsbankastjórin settur
Nevndin í Landsbanka Føroya hevur sett Maluna Johansen í stjórastarvið
Malan Johansen er sett í stjórastarvið í Landsbankanum, boðar nevndin frá í tíðindaskrivi
 
08.06.2017 - 09:11

Malan Johansen er sett sum stjóri í Landsbankanum. Hon hevur røkt stjórastarvið fyribils, síðani Landsbankin varð endurstovnaður á nýggjárinum.

Fimm umsóknir vóru til starvið. Malan Johansen er 50 ára gomul. Hon er útbúgving Cand. merc., Msc í Management, og hon hevur eisini diplomútbúgving í journalistikki.

SÍ EISINI Lítil áhugi fyri stjórastarvinum

Fimm umsóknir vóru til starvið, og setanarnevndin metti, at Malan Johansen hevði bestu formligu leiðsluførleikaranar og leiðsluevnini at røkja stjórastarvið í Landsbankanum, stendur í tíðindaskrivi.

Malan Johansen hevur frammanundan drúgvar royndir á fíggjarøkinum og leiðsluroyndir í privatum virki og almennari fyrisiting.

Malan Johansen hevur eisini verið við í tilgongdini at endurstovna Landsbankanum. Fimm fólk starvast í Landsbankanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947