Seks eru deyð í eldsbrunanum í London

Seks eru deyð í eldsbrunanum í London
50 fólk eru flutt á sjúkrahús og leitað verður eftir fólki
Mynd: savnsmynd  
 
14.06.2017 - 11:19

Í minsta lagi seks fólk eru deyð og umleið 70 fólk eru flutt á sjúkrahús eftir eldsbrunan í Grenfell Tower í vestara parti av London í nátt og í morgun.

Nógv fólk eru bjargað, men leitað verður eisini eftir fólki, og Sadiq Khan, borgarstjóri í London, sigur seg óttast fyri, at fleiri verða funnin, tá eldurin er sløktur.

Bygningurin kann rapa

200 sløkkiliðsmenn eru á staðnum. Eldur er framvegis í stóra íbúðarhúsinum og vandi er fyri, at hann fer at rapa.

Eldurin varð fráboðaður stutt aftaná midnátt í gjárkvøldið. Fólk á staðnum siga frá, at tey hoyrdu neyðarróp, sóu ræðslusligin fólk við vindeyguni, og at summi teirra lupu út undan eldinum.

Í háhúsinum eru 120 íbúðir og har búgva nærum 600 fólk. Blokkurin var bygdur í 1974 og er nýliga umvældur, men bæði undan umvælingini og aftaná hava fólk, ið búgva har, gjørt vart við, at brunatrygdin var ikki í lagi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162