Siglingarforboð um summarið

Siglingarforboð um summarið
Fyri fyrst verður bara forboðið at sigla skjótt nærri enn 500 metrar úr landi við Nólsoy, Skúgvoy, Mykines og Mykineshólm
 
15.06.2017 - 09:36

Forboðið verður galdandi frá 1. mai til 15. august. Tá verður bannað at sigla skjótari enn fimm fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar út landi fyri at geva fuglinum frið.

Men onnur fuglabjørg eru í Føroyum.  Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spurdi tí Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um tey bjørgini.

SÍ EISINI Ferðafólk órógva lundalandið í Mykinesi

Hon svarar, at tær tríggjar oyggjarnar og hólmurin vórðu í 2012 útnevndar at vera Ramsarøki. Í Ramsarøki skulu fuglabjørg og annað, sum hava týdning fyri ávísar fuglastovnar, verjast móti ágangi.

Hesum tilmæli hevur Sirið Stenberg nú fylgt. Ein avgerð um at víðka forboðið at vera galdandi fyri aðrar oyggjar eisini skal byggja á haldgóðar grundgevingar.

Eru grundgevingarnar sakligar, eigur forboðið at verða víðkað, sigur Sirið Stenberg, men í løtuni eru ongar ætlanir um tað. Kunngerðin um skjóttgangandi bátar er til hoyringar til 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158