Frágreiðingin ikki komin enn

Frágreiðingin ikki komin enn
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum bíðar framvegis eftir frágreiðing um flyting av veiðiloyvum
Frágreiðingin, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum bað um at fáa, er ikki komin enn, hóast landsstýrismaðurin í síðstu viku bað um at fáa hana sum skjótast
 
15.06.2017 - 16:17

Enn er ongin frágreiðing komin frá Fiskimálaráðnum um flyting av veiðiloyvum, hóast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyri einari viku síðani segði, at hann vildi hava eina frágreiðing sum skjótast.

Høgni Hoydal, sigur í dag, hann hevur fingið ymist tilfar, sum hann málber seg. Men enn er ongin kanning løgd fram alment úr Fiskimálaráðnum um málið.

Málið snýr seg um ósemju millum Vørn og Fiskimálaráðið, tá veiðiloyvi vórðu flutt frá línuskipum til uppsjóvarskip, so hesi kundi fiska av felagsskvotuni av svartkjafti.

Vørn gav loyvi til flytingina, men Fiskimálaráðið bað Vørn strika flytingina. Tað gjørdi Vørn, og loyvini verða tí tikin aftur 26. juni, tá svartkjaftakvotan væntandi er fiskað. Málið er eisini kært til Løgtingsins umboðsmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585