Lúka ikki krøvini

Lúka ikki krøvini
Bara fimm av teimum 29 føroysku kommununum liva upp til krøvini um spillvatn
 
27.06.2017 - 08:08

Tað sæst í svari frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til Kára P. Højgaard, tingmann. Í 2009 kom spillivatnskunngerðin í gildi.

Kunngerðin álegði øllum kommunum at verða lidnar innan 2015. Kommunurnar, ið hava fingið spillivatnsviðurskiftini upp á pláss, eru Eiðis, Skálavíkar, Fámjins, Hovs og Sumbiar kommunur.

Fýra afturat í ár

Sambært upplýsingum hjá Umhvørvisstovuni verða fýra kommunur afturat lidnar í 2017. Í 2020 verður talið komið upp á umleið 18 kommunur, ið eru lidnar.

Í 2025 24 kommunur, og tær síðstu fimm væntast at verða lidnar innan ella í 2030. Størsta kommunan í landinum, Tórshavnar kommuna, er millum tær kommunur, sum ikki verður liðug innan ella í 2030.

Næststørsta kommunan í landinum, Klaksvíkar kommuna, verður liðug við spillvatnviðurskiftini innan ella í 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904