Ørkin kanska nýggjar eigarar

Ørkin kanska nýggjar eigarar
Seinni í ár verður støða tikin til, um Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík skal seljast ella um virksemið skal halda fram
Støða skal seinni í ár takast til um Sjómansheimið Ørkin skal seljast ella um virksemið heldur fram
Mynd: Google (Street View)  
 
27.06.2017 - 14:56

Spurningurin er komin upp, tí stýrið fyri Sjómansheimið hevur fingið fyrispurning frá eini fyritøku, sum byggir hotell í grannalagnum í Reykjavík, um sjómansheimið er til sølu.

Øll árini síðani virksemið í Ørkini byrjaði fyri 26 árum síðani hevur tað malið runt, men av tí at kømurini einans eru 20 í tali, er einki yvirskot til annað virksemi, og tí er spurningurin, um vit skulu halda fram, sigur Jonhard Joensen, stýrisformaður.

Sjómansheimið Ørkin varð tikið í nýtslu fyri 26 árum síðani og krevur viðlíkahald. Haraftrat hevði ein útbygging komið væl við, og nú fyrispurningur er komin frá einum granna, sum vil keypa Sjómansheimið, má støða takast til, hvørjar framtíðarætlanir okkara eru.

Málið verður umrøtt, og stýrini fyri Sjómansheimið og Heimamissióninia taka væntandi eina averð í heyst, sigur Jonhard Joensen við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400