40 hvalir løgdu beinini

40 hvalir løgdu beinini
Enn er óvist, nær seðlarnir frá grindini, sum varð hildin til í Tjørnuvík á middegi, koma út
 
29.06.2017 - 14:57

Grindin, sum varð hildin til í Tjørnuvík um middagsleitið í dag var 40 hval. Hvalirnir eru sleipaðir til Eiðis, har skorið verður upp.

Býtt verður í drápspartar, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður, við útvarpið. Hvalirnir verða í løtuni merktir, og enn ber ikki til at siga, nær seðlarnir koma út.

Ein bátur, ið var staddur 16 fjórðingar úr Eiðiskolli, boðaði frá grindini í morgun. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
and3 - teknmálstulkað
205687
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647