Ov fáir útbúnir vegleiðarar

Ov fáir útbúnir vegleiðarar
Fægstu fólkaskúlarnir í landinum hava útbúnan vegleiðara. Uttan fyri Havnina er støðan heilt ring
 
03.07.2017 - 10:04

Bara ein av teimum, ið hava tikið diplomútbúgving sum vegleiðari, er uttan fyri Tórshavnar økið, og tað sama er við teimum, sum í summar taka masterútvbúgvingina.

Har er bara ein vegleiðari, sum ikki er í Tórshavnar økinum, skrivar Skúlablaðið. Í skúlunum í Havn eru enntá summastaðni fleiri enn ein útbúgvin vegleiðari. 

Serliga ringt uttan fyri Havnina

Hetta er gott fyri skúlarnar í Havn, men sera óheppið fyri skúlarnar uttan fyri Tórshavn, at teir ikki eru eins væl fyri, sigur Ester Poulsen, forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya, við Skúlablaðið.

Fleiri av skúlunum uttan fyri Havnina eru so smáir, at teir eru fleiri skúlar saman um ein vegleiðara.

Fleiri teirra, ið arbeiða sum vegleiðarar, hava skeið ella annað, soleiðis at teir kunnu arbeiða sum vegleiðarar. Men nógvir hava onga skúling í vegleiðing, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590