- Gongur væl, men avbjóðingar eru fyri framman

06.07.2017 - 14:43
InnlendisVinna
- Gongur væl, men avbjóðingar eru fyri framman
Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, um spurningin, hvussu framtíðina hjá alivinnuni sær út

- Tað er laksalúsin sum er forðingin fyri, at tað ber til at økja um alingina í Føroyum, sigur Atli Gregersen.

Hann vísir á, at sjálvt um alifyritøkurnar hava gjørt stórar útbyggingar, og íløgur í tøkni, at berjast móti laksalúsin, so er hon enn ein hóttan.

- Hon hevur tann forbistraða eginleika, at hon dugir so væl at tilpassa seg, sigur Atli.

Í dag er laksalúsin, so at siga, mótstøðufør móti øllum teimum kemisku evnunum, so nú er man farin meira og meira at avlúsa mekaniskt. Tað verður seg við at koyra laksin niður í ferskt- ella heitt vatn, ella lata rognkelsi eta lýsnar.

- Sjúka er í dag ikki ein so stór hóttan, sum fyrr, sigur Atli. Føroyska alilógin forðar fyri, so nógv sum ein lóg nú kann, at sjúka fer at nørast og spreiðast millum firðir.

Prísurin fyri laks hevur verið met høgur, men greinarar meta, at hann fer at fella einar 10 til 15 kr pr/kg í næstum. Orsøkin er útboð og eftirspurningur.

Bæði í Kili og Noregi eru ábendingar, at meira laksur kemur á marknaðin fra hesu londum, í næstum.

- Í og við at prísurin hevur verið so høgur, tola vit væl ein lægri prís, sigur Atli Gregersen. 

Í dag er prísurin fyri eitt kilo av laksi góðar 55 kr, og prísurin at framleiða eitt kilo av laksi hjá Hiddenfjord, liggur beint niðarnfyri 30 kr/kg.

Lurta eftir samrøðuni við Atla.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209