- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin
Bókin snýr seg um menningina í føroyskum handilslívi frá tí, at fríhandilin kom í 1856.
Ein, sum beinanvegin fekk handilsloyvi og gjørdist stórur handilsmaður, var Martin Christian Restorff í Havn. Ein annar, sum var byrjaður áðrenn hann, var Andreas Wilhelm Skibsted, og í Havn fór eisini Carl Frantz Siemens til verka.
Ein fjórði, sum fór til verka á Tvøroyri, var T. F. Thomsen, sum keypti ognirnar hjá kongliga úthandlinum har, og í Klaksvík keypti Jørgen Bech & Sønner ognirnar hjá einahandlinum.
Ein og hvør, sum var 25 ár og hevði fast tilhald í Føroyum, kundi við fríhandlinum søkja um at fáa handilsloyvi, og ein hópur av fólki kring alt landið søkti um at sleppa at seta á stovn smærri handlar.
Í Havn vóru í 1910 tilsamans 60 handlar, og tá mest var av handlum í Føroyum í 1950'unum og 1960'unum, vóru handlarnir um 500 í tali.
Í dag minnir handilsmynstrið um fyrstu tíðina eftir Einahandilin við nøkrum fáum samtøkum, ið hava handlar kring oyggjarnar, tó ikki á teimum smæstu oyggjunum.
Helgi Eidesgaard og Finn Jensen halda, at bókin hjá Helga Jacobsen er ein góð frásøgn um gongdina í handilsvinnuni, men hon er ikki endaliga søgan. Nógvir handlar eru nevndir í bókini, men fleiri eru ikki.
Notur áttu at verið í tekstinum, so upplýsingarnar kundu verið eftirkannaðar, heldur Helgi Eidesgaard, og Finn Jensen var hugtikin av lýsingunum av handlinum sum miðdepli í bygdunum fyri 100 árum síðan.
Uni Arge leggur til rættis.