- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki óhugsandi við avlýsingum

Vandi er fyri, at skipini taka botn, tí støðugar forðingar eru í innsiglingini í Nólsoy og grót er farið niður í siglingarrennuna í Skopun, tá ið tað hevur verið brim, og í Svínoy har stórir steinar koma inn í havnina.
Talan verður allarhelst um fáar árligar avlýsingar, sum ofta verða í samband við ávís lokal veðurviðurskifti, skriva Strandfaraskip landsins á heimasíðuni, ssl.fo
SSL hava sett seg í samband við avvarðandi kommunur og havnarmyndugleikar um hesi atløguviðurskifti. Tórshavnar havn arbeiðir við at finna eina loysn fyri innsiglingina í Nólsoy.
Landsverk fer eftir ætlan undir at rudda siglingarrennuna í Skopunar havn í næstum. Klaksvíkar kommuna hevur eftirlit við havnini í Svínoy, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.






















