Dýrari at leiga strandferðsluskip

Dýrari at leiga strandferðsluskip
1. august verður nógv dýrari at leiga Rituna, Sildberan og Teistan
 
07.07.2017 - 08:04

Strandfaraskip landins kunngera, at frá 1. august fer Ritan at kosta 5.000 krónur um tíman at leiga. Hon kostar 2.000 krónur nú. Sildberin fer at kosta 2.000 kr. Hann kostar 1.200 kr. nú.

Teistin fer at kosta 10.000 krónur at leiga um tíman. Hann kostar 5.000 krónur nú. Prísirnir fyri bíðitíð hækkar eisini.

Nú kostar tað 1.900 krónur um tíman at lata Teistan bíða í sambandi við leigutúr. Eftir 1. august fer bíðitíðin at kosta tað dupulta, 3.800 krónur.

Tað sama er galdandi fyri Rituna og Sildberan. Ritan fer úr 900 krónum upp í 1.800 krónur, og Sildberin fer úr 600 krónum upp í 1.200 krónur, tá tey skulu bíða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303