Skulu varðveita ríkisborgararættin

Skulu varðveita ríkisborgararættin
Útlendingar, sum búgva í Føroyum, eiga at kunna varðveita sín ríkisborgararætt, hóast tey eisini fáa danskan ríkisborgararætt
 
07.07.2017 - 08:11

Føroyingar, sum flyta í annað land, kunnu varðveita sín danska ríkisborgararætt, um tey fáa ríkisborgararætt í landinum, sum tey flyta til. Høgni Hoydal, varaløgmaður, hevur svarað fyri løgmann, sum fekk spurningar um dupultan ríkisbogararætt.

Í svarinum til Sonju Jógvansdóttur, løgtingskvinnu, stendur, at løgmaður hevur biðið danskar myndugleikar um at senda lógaruppskot til Føroya um, at tað eisini verður gjørligt hjá teimum, sum búgva í Føroyum, at hava dupultan ríkisborgararætt.

Hetta hevur borið til í Danmark síðani 2015. Treytin fyri at fáa dupultan ríkisborgararætt er, at landið, har fólk higartil hava verið ríkisborgarar, ella landið, har sum fólk vilja gerast ríkisborgarar, loyvir dupultum ríkisborgararætti.

Fleiri fyrimunir enn vansar

Tað er tí ikki donsk lóg einsamøll, sum avger spurningin um dupultan ríkisborgararætt. Í svarinum frá løgmanni stendur, at vansin við dupultum ríkisborgarrætti er, at loyaliteturin móti Føroyum minkar.

Men fyrimunirnir eru sambært svarinum fleiri enn vansarnir. Danska lógin, sum kom í gildi 1.september 2015, kann setast í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan, um Løgtingið vil tað. 

Sambært manntalinum, sum var í 2011, vóru tá 1439 fólk í Føroyum, sum høvdu annað móðurmál enn føroyskt ella danskt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303