Eykajáttanin datt burtur

Eykajáttanin datt burtur
Millum nógvu eykajáttanirnar, sum duttu burtur mikudagin, tá Løgtingið varð sent í summarfrí, var tann, sum Mentamálaráðið bað um til Setrið
 
07.07.2017 - 13:32

Eykajáttanin var 2,5 milliónir krónur, hóast Fróðskaparsetrið bað um 3,5 milliónir krónur. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, fær ikki sagt so nógv um hetta í dag. 

Tey eru í ferð við gera tilfar um støðuna, tilfar, sum skal sendast Mentamálaráðnum. Fróðskaparsetrið hevur brúk fyri pengunum, skal raksturin halda fram óbroyttur.

Lítil sparing í uppsagnum

Tað er eingin sparing her og nú at siga fólki upp, tí tey fáa løn í uppsagnartíðini, sum er nakrir mánaðir. Men Setrið bíðar við at seta fólk í fýra ella fimm størv, sum annars eru klár at seta nú, sigur rektarin.  

Ætlanin var at flyta 1,3 milliónir krónur frá íløgunum hjá Fróðskaparsetrinum til raksturin og brúka teir pengarnar til leigu í Sjóvinnuhúsinum.

Harafturat varð biðið um 900.000 krónir til lønir og 300.000 krónir, tí eitt starvsfólk flytir úr Søvnum landsins til Fróðskaparsetrið 1. august 2017. Fíggjarnevndin lækkaði játtanina niður í 2,2 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232