Børnini dansa óført í Badmintonhøllini í Klaksvík

Børnini dansa óført í Badmintonhøllini í Klaksvík
500 børn luttaka í fólkadansistevnuni, Barnlek, sum verður hildin í Klaksvík í hesum døgum
07.07.2017 - 16:37

500 børn úr øllum norðurlondum dansa fyri lívinum í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 - Tú kanst næstan ikki vera annað enn í góðum lag, tá tú ert her, sigur Hildur Kruse Sørensen, ein av fyriskiparunum av fólkadansistevnuni, sum er í Klaksvík.

Børnini læra hvønn annan

Klaksvík er karmur um norðurlendsku fólkadansistevnuna Barnlek. Londini skiftast um at hava stevnuna triðja hvørt ár.

 - Endamálið er at geva børnunum kunnleika til annan fólkatónleik enn sín egna, sigur Hildur Kruse Sørensen.

Í gjárkvøldið lærdu finlandssviðarnir hini børnini nøkur av sínum dansispølum.

Almennar framførslur í Klaksvík

Vilt tú síggja fleiri børn dansa fólkadans, so er at fara í badmintonhøllina í Klaksvík í kvøld, har sonevndur tjóðardansur er á skránni.

Í morgin klokkan fýra fara børnini at dansa uttanfyri ymsastaðni uttan fyri í býnum.

Hesar myndir hevur Ólavur Wolles tikið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444