Kanna harðskapsmál

Kanna harðskapsmál
Annars var friðarligt hjá løgregluni á nátt
Mynd: Savn.  
 
05.05.2024 - 10:41

Løgreglan fer í dag at kann eitt møguligt harðskapsmál, sum var í Havn í nátt. 

Júst hvat hendi, er ógreitt, men vakthavandi sigur, at frágreiðingarnar frá fólki, sum hava verið til staðar, eru rættiliga ymiskar. Politiið skal tosa nærri við tey, sum hava verið partur í málinum, tá ið rúsurin er runnin av fólki í dag. 

Bátur rendi á

Í gjárkvøldið rendi ein speedbátur á ein sandbakka í Sundalagnum, millum Norðskála og Nesvík. Maðurin, sum sigldi bátin, var staðkendur, og tað eydnaðist honum sjálvur at sleppa av aftur. 
Politiið sigur, at einki illgrunavert er við hendingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949