Partur av tyrvingarplássi undir gras

Partur av tyrvingarplássi undir gras
Tyrvingarplássið í Húsahaga oman fyri Havnina skal nú lutvíst niðurleggjast. Kommunan hevur fingið undantaksloyvi at taða í økinum
Gras skal nú oman á ein part av tyrvingarplássinum í Húsahaga, sum ikki longur skal brúkast til tyrvingarpláss
Mynd: Loftmynd: Google Maps  
 
08.07.2017 - 10:25

Ein partur av tyrvingarplássinum hjá Tórshavnar kommunu í Húsahaga, oman fyri Havnina, skal nú niðurleggjast. Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðuni.

Mold skal leggjast á ymsastaðni inni á tyrvingarplássinum og økið skal sáast, so fríðkað verður um lendið, sum ikki longur skal brúkast til tyrving í Húsahaga.

Umhvørvisstovan hevur tí eisini givið kommununi loyvi at taða, hóast tyrvingarplássið liggur meira enn 250 metrar yvir havinum, har tað annars ikki loyvt er at taða.

Í góðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tað hevur týdning, at tyrvingarplássið ikki skal liggja sum eitt sár í lendinum, nú tað ikki longur skal brúkast til tyrving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303