Aftur til gamla bygnaðin á Føðideildini

Aftur til gamla bygnaðin á Føðideildini
Leiðandi ljósmóðurin fær fakligu ábyrgdina í depilsleiðsluni
Mynd: savnsmynd  
 
11.07.2017 - 15:51


Farið verður aftur til bygnaðin á Føðideildini, sum hann var áðrenn 1. apríl í ár. Tað boðar leiðslan á Landssjúkrahúsinum frá.

Frameftir verður tað leiðandi ljósmóðirin, sum hevur evstu ljósmøðrafakligu ábyrgdina og avgerðarrættin, og er partur av depilsleiðsluni á Skurðdeplinum tá talan er um ljósmøðrafaklig viðurskifti.

Deildarljósmóðir og deildarsjúkrarøktarfrøðingur leiða dagliga virksemið á Føðideildini við tilvísing til depilsleiðsluna, íroknað ta leiðandi ljósmóðurina, verður sagt.

Haraftat skulu hølisumstøðurnar hjá fakbólkunum á Føðideildini gerast mundandi betri, sigur Landssjúkrahúsið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688