Ger einki við kæruna

Ger einki við kæruna
Løgtingið hevur tikið málið um veiðiloyvini hjá P/f Nærabergi úr hondunum hjá Løgtingsins umboðsmanni
Løgtingsins umboðsmaður fer ikki at viðgera kæruna frá P/f Nærabergi um veiðiloyvini, sum blivu tikin aftur
 
12.07.2017 - 13:58

Løgtingsins umboðsmaður fer ikki at viðgera kæruna frá P/f Nærabergi um veiðiloyvini, sum blivu tikin aftur. Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, sigur, at Løgtingið hevur tikið málið úr hondunum á henni.

Tað hevur Løgtingið gjørt, tí Løgtingið fer sjálvt at kanna málið, nú biðið er um kanningarstjóra. Løgtingsins umboðsmaður er stovnur undir Løgtinginum.

SÍ EISINI Næraberg hóttir við endurgjaldskravi

P/f Næraberg kærdi fyri einum mánað síðani til umboðsmannin, tí Vørn eftir boðum úr Fiskimálaráðnum tók veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi aftur.

Advokaturin hjá P/f Nærabergi bað um at fáa kæruna avgreidda í skundi. Løgtingins umboðsmaður svaraði tó, at har bar ikki til at byrja málið, fyrr enn tað var liðugt hjá Vørn og Fiskimálaráðnum.

Næraberg og Slættaberg mistu veiðiloyvini á middegi fríggjadagin í síðstu viku. Nú biðið er um kanningarstjóra, ger Løgtingsins umboðsmaður ikki meira við kæruna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904