Høvdu ongar mannagongdir

Høvdu ongar mannagongdir
TAKS hevði ikki greiða fatan av, hvussu stór og trupul mál skuldu handfarast, kemur fram í løgfrøðiligu kanningini
 
19.07.2017 - 15:20

Tað kemur fram í niðurstøðuni í kanningini hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, um skattamálið hjá Eik. Tað eru bara niðurstøðurnar og ikki øll kanningin hjá Bárði Larsen, ið er almannakunngjørd.

Men ein av niðurstøðunum er, at TAKS ikki hevði mannagongdir fyri, hvussu stór og trupul mál skulu handfarast. Í niðurstøðuni sigur Bárður Larsen:

"Eisini hevur hetta málið víst, at tað innanhýsis á stovninum TAKS ikki í nøktandi mun hevur hevur verið ein fatan av, hvussu farast skal fram í truplum málum."

SÍ EISINI Skattamálið: Niðurstøðurnar hjá løgfrøðinginum

"Vantandi felags fatan tykist vera um, hvussu langt upp í hierarkiið stór og/ella trupul mál eiga at fara, eins og tað vantar ein fatan av, at prinsipiel støða má takast til, hvørjir málsviðgerðar verða settir at viðgera málini, og um hjálp skal keypast til málsviðgerðina uttanhýsis osfr."

"Væntast kann ikki, at stjórin er langt inni í málsviðgerðini í slíkum málum, men stjórin eigur kortini at vera við í prinsipiellu støðutakanini til, hvussu serliga stór og prinsipiel mál skulu handfarast."

Sum sagt, so eru tað bara niðurstøður av frágreiðingini, ið eru almannakunngjørdar. Fíggjarmálaráðið skrivar, at "Frágreiðingin kundi verið almannakunngjørd, um Betri banki tók undir við hesum." Víðari stendur:

"Men Betri banki hevur ynskt, vísandi til §151 í Skattalógini um tagnarskyldu, at hvørki frágreiðing ella niðurstøður verða almannakunngjørdar. Fíggjarmálaráðið er ikki samt í hesum og metir, at meginparturin av høvuðsniðurstøðunum kunnu almannakunngerast."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507