Fýra føroyingar við í HM í svimjing

Fýra føroyingar við í HM í svimjing
Fýra svimjarar umboða Føroyar í HM í svimjing í Budapest
 
21.07.2017 - 11:36

Sunnudagin byrjar HM-kappingin á langgeil. Kappast verður í átta dagar, og í sjey av døgunum kappast føroysk umboð. 

Tey fýra, sum fara at umboða Føroyar, eru Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi, Signhild D. Joensen úr Ægir, og Sára R. Nysted og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelagi.

Afturat teimum eru venjararnir Øyvind K. Røsland og Juan Jaime Arroyo Toledo.

Føroyingarnir fara at kappast í hesum greinunum

sunnudagin 23.juli Sára Nysted og Róland Toftum 100 m. bringa
Mánadagin 24.juli Signhild Joensen 100 m. rygg
Týsdagin 25.juli Róland Toftum og Óli Mortensen 50 m.bringu og 800 m. frí
Mikudagin 26.juli Føroyar 4x100 m.blandað
Fríggjadagin 28.juli Signhild Joensen 200 m. rygg
Leygardagin 29.juli Óli Mortensen og Føroyar 1.500 m. frí og 4x100 frí mix
sunnudagin 30.juli Sára Nysted 400 m. blandað


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011