Kanning: Ísfiskurin er undir miðal

Kanning: Ísfiskurin er undir miðal
Vánalig blóðging og ísing, og langir túrar, gera, at dygdin á føroyskum ísfiski er ikki fyrsta floks, vísir kanning
 
24.07.2017 - 10:28

Dygdin á føroyskum feskfiski er miðalgóð.

Tað er niðurstøðan í kanning, sum Símun Hammer, stjóri á VRG, Virkisráðgeving, hevur gjørt.

Hann hevur skrivað grein um kanningina í tíðarritinum Frøði.

Hann vísir á, at nøkur skip skara framúr, tá talan er um góða dygd, millum annað tí leiðslan er góð, og góðskusamstarvið millum skip og virkir riggar væl.

Men vánalig blóðging og ísing, umframt langir túrar, eru týðandi orsøkir til, at dygdin á føroyskum feskfiski sum heild er undir miðal.

Av tí at dygdin er so ymisk,  eru fleiri kærur, sum hava við sær, at framleiðararnir fáa stórar eykaútreiðslur, og umdømið hjá virkaðum føroyskum fiski sum heild versnar.

Missa 55 mió. kr. 

Virðismissurin er, sambært Símuni Hammer, slakar 55 milliónir krónur, um hugt verður at dygdini, og samanborið verður við bestu bátarnar í øllum skipabólkum. Tá er talan um virðismiss í fyrsta stiginum, frá veiðuliði til framleiðara.

Niðurstøðan í kanningini er, at virkini, ið keypa fiskin, hava ilt við at fáa hendur á nóg nógvum feskum fiski, sum er nóg góður, tí hann, sum fiskar fiskin, hevur buktina og báðar endarnar.

Eitt virki livir bara av fiski, og kann sjáldan siga nei til at keypa, og fiskiskapurin eftir vanligu botnfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa, hevur verið minkandi seinastu árini.

Tí er minsti prísurin fyri toskin slakar 4-5 krónur hægri enn í Noregi og Íslandi.

Virkini keypa tí frystan tosk úr Noregi, Íslandi og aðrastaðni og tiðna hann í Føroyum til víðari virkingar.

Kortini er líkt til, at góðskan hevur verið í ávísari menning seinastu 15 árini, vísir kanningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377