Leita nú eftir kanningarstjóra

Leita nú eftir kanningarstjóra
Løgtingsstjórin viðgongur, at tað er ikki lætt at finna gegnig fólk at kanna løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, fær fyrsta dagin ein lista við fólki, sum kunnu vera kanningarstjóri
 
03.08.2017 - 11:20

Ikki seinni enn í næstu viku fær Páll á Reyntúgvu ein lista við nøvnum á løgfrøðingum, sum kunnu kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur, at listin er ikki heilt liðugur enn, men tað verður skjótt.

Ikki lætt at finna fólk

Hann viðgongur, at tað er ikki lætt at finna fólk, sum eru gegnig at kanna teir báðar.

Kanningarstjórin skal hava løgfrøðiligt embætisprógv og skal ikki arbeiða í fyrisitingini hjá landsstýrinum, á stovni undir landsstýrinum, hjá dómsvaldinum, ella fyrr hava viðgjørt málið, sum skal kannast.

Harafturat skulu tveir menn kannast, og annar teirra, løgmaður, hevur eisini arbeitt sum advokatur.

Johnhard Klettheyggj vil tó ikki siga, um farið verður uttanlands eftir evnum til kanningarstjóra.

Skal svara seks spurningum 

15 fólk í andstøðuni hava biðið um kanningarstjóra at svara seks spurningum um embætisførsluna hjá Høgna Hoydal viðvíkjandi veiðiloyvunum hjá partafelagnum Nærabergi.

Sjeyndi spurningurin er, um løgmaður hevur røkt sína skyldu at hava eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fullgóðan hátt.  

Tá løgtingsformaðurin fær listan frá Løgtingsskrivsstovuni, velur hann kanningarstjóra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763