Danir fáa ikki nebbasildina til høldar

Danir fáa ikki nebbasildina til høldar
Tørvur er á skipum og verksmiðjum er so stórur, at 100.000 tons eru ikki fiskað, nú vertíðin er av
 
07.08.2017 - 14:00

Danska fiskivinnan megnar ikki at fáa alla kvotuna av nebbasild til høldar.

Hóast sera góðan fiskiskap, eru 100.000 tons av nebbasild eftir at fiska, nú vertíðin er av.

Donsk skip hava fiskað 355.000 tons av nebbasild í ár, og tað er størsta nøgdin í meira enn 10 ár. Men samlaða kvotan er 458.000 tons í ár.

- Okkum tørvar orku, bæði á sjógvi og landi, og tørvur er eisini á skipum og verksmiðjum, sigur Svend Erik Andersen, formaður í Danmarks Fiskeriforening.

Stór sveiggj

Hann vísir á, at síðstu árini hava sveiggini verið stór, tá kvoturnar av nebbasild og øðrum ídnaðarfiski hava verið ásetar. Tað hevur máað grundarlagið undan verksmiðjunum á landi, og nú eru bara tríggjar stórar verksmiðjur eftir, sum taka ímóti ídnaðarfiski, ið verður gjørdur til mjøl og lýsi.

Verksmiðjurnar eru í Thyborøn, Hanstholm og Skagen.

Hóast rokfiskiskap í summar, hava donsku skipini ikki fingið fulla úrtøku burturúr, tí nógv tíð er farin við at bíða eftir at sleppa framat at landa.

Felagið hjá donsku fiskivinnuni vónar tí, at ídnaðarkvoturnar næstu árini fara at vera meira støðugar, soleiðis at grundarlag verður fyri at byggja út móttøkuorkuna á landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531