Fjarleiðsla á føðideildini

Fjarleiðsla á føðideildini
Tað er framvegis ongin deildarljósmóðir til staðar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Nýsetta deildarljósmóðirin er í Danmark,
Savnsmynd
Nýggja deildarljósmóðirin arbeiðir úr Danmark fyrstu tíðina
08.08.2017 - 19:56

Í síðstu viku kom fram, at trygdin á føðideildini ikki hevur verið nøktandi seinastu tíðina. Sjúkrahúsleiðslan hevur tí sett eina virkandi deildarljósmóðir frá 1. august, men deildarljósmóðirin er ikki á føðideildini á landssjúkrahúsinum. Hon er ikki Føroyum yvirhøvur, men virkar higartil sum fjar-deildarljósmóðir úr Danmark fyrstu tíðina, hóast trupulleikin júst hevur verið, at ongin leiðsla hevur verið á staðnum.

Varastjórin á Landssjúkrahúsinum, Naina Túgvustein, segði við Kringvarpið í síðstu viku, at deildarljósmóðirin er sett fyri at vera til staðar á deildini, skapa stabilitet og tryggja at mannagongdirnar verða fylgdar. Hetta fyri, at avloysarar á føðideildini ikki standa sum kánus, tá tey skulu hjálpa børnunum í verðina.

Í dag sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, at starvsfólk á starvsfólkadeildini og skurðdepllinum hava hetta um hendi til nýsetta deildarljósmóðurin kemur til Føroya at virka. Nær tað verður, ber tó ikki til at siga við vissu, men, leggur hann afturat, at hesa vikuna kemur eingin nýggjur avloysari til Landssjúkrahúsið. Tí er tað púra óproblematiskt, at deildarljósmóðirin ikki er stødd í Føroyum. Og tí skal eingin annar loysa tí uppgávuna hesa vikuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083