Vilja hava fiskidagar fyri eitt ár

Vilja hava fiskidagar fyri eitt ár
Andstøðan og samgongan í vinnunevndini eru samd um, at fiskidagarnir skulu vera galdandi í eitt ár afturat.
14.08.2017 - 20:00

Fiskidagarnir verða ásettir fyri 12 mánaðir, og ikki fýra mánaðir, soleiðis sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlaði. Tað er greitt, nú Vinnunevndin hjá løgtinginum er liðug at skriva álit.

Bæði andstøðan, sum hevur meirilutan í Vinnunevndini, og samgongan, eru samd um, at fýra mánaðir er eitt ov stutt tíðarskeið fyri vinnuna at leggja til rættis. 

Men meirilutin og minnilutin eru ikki samd um, hvussu fiskidagarnir skulu ásetast fyri teir 12 mánaðirnar í komandi fiskiári, sum byrjar 1.september.

Andstøðuumboðini í vinnunevndini kenna seg ikki trygg við, í eini skiftisskipan, at áseta fiskidagarnar í eini nýggjari lóg, sum skal leggjast fyri Løgtingið og samtykkjast seinni í ár. Tí mæla tey til at brúka verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. 

Samgonguumboðini í vinnunevndini vísa á, at tað er at bera blak fyri eyguni á vinnuni at áseta teir 12 mánaðirnar í galdandi lóg. Tí fiski- og veiðiloyvini ganga út 31. desember í ár. Tí skulu teir síðstu átta mánaðirnir av komandi fiskiári ásetast í nýggju lógini, sum verður løgd fyri Løgtingið í næstum.

Bæði samgonga og andstøða mæla annars til at fiskidagarnir vera teir somu næsta fiskiár sum verandi fiskiár. Eisini verður mælt til, at óbrúktir fiskidagar kunnu flytast yvir um ársskiftið.

2.viðgerð av fiskidøgunum fyri næsta fiskiár verður í løgtinginum mikudagin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444