Seldu fyri 23 milliónir krónur

Seldu fyri 23 milliónir krónur
Selt var fyri 23 milliónir krónur á afturlætnu uppboðssøluni í dag.
 
24.08.2017 - 15:41

Vørn hevur í dag selt fiskirættindi fyri stívliga 23 milliónir krónur á fyrstu afturlætnu royndaruppboðssøluni í ár.

Vørn seldi 5.447 tons av makreli og 1.721 tons av botnfiski í Barensthavinum, 1.107 tons í russiska partinum og 614 tons í tí norska.

Meðalprísurin fyri makrelin var 3,25 krónur fyri kilo. 

Norðborg keypti 1500 tons, Næraberg 1000 tons, Borgarin 1000 tons, Fram 850 tons, Høgaberg 700 tons, Norðingur 300 tons og Tummas T keypti 97 tons.

Meðalprísurin var sum nevnt 3,25 krónur/kilo, og tí varð makrelurin seldur fyri 17,7 milliónir krónur.

Vørn seldi eisini 1107 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum. Akraberg keypti 937 tons og Gadus keypti 170 tons. Sjúrðaberg keypti øll 614 tonsini av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum.

Meðalprísurin fyri botnfiskin í Barentshavinum var í báðum føri 3,01 krónur fyri kilo, og botnfiskurin varð tí seldur fyri tilsamans 5,2 milliónir krónur.

Fiskimálaráðið fer at selja tilsamans 121 túsund og 315 tons av fiski á uppboði á átta uppboðssølum í august og september.
Nógv tað mesta er uppsjóvarfiskur, sild, svartkjaftur og makrelur, og 2827 tons eru botnfiskur í Barentshavinum.
Vørn stendur fyri teimum fýra afturlatnu uppboðssølunum, sum vera hildnar hósdagar, og Fiskamarknaðurin stendur fyri teimum opnu uppboðssølunum, sum verða hildnar týsdagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839