Halda seg hava sæð sokna bátin

Halda seg hava sæð sokna bátin
Fyrrapartin verður støða tikin til, um farast skal at dreggja eftir tí, sum kann vera báturin, ið sakk í Skopunarfirði
Brimil hevur leitað við skannara, og heldur seg hava sæð okkurt, sum kann vera ein sokkin bátur
 
01.09.2017 - 07:06

Brimil, sum hevur leitað eftir bátinum, ið varð ásigldur og sakk í Skopunarfirði í gjáranáttina, helt seg í gjárkvøldið hava sæð okkurt, ið kann vera ein sokkin bátur.

Leitað varð við skannara seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið í Skopunarfirði.

Brimil kom á Havnina í gjárkvøldið, og fyrrapartin í dag verður støða tikin til, um farast skal at dreggja eftir tí, sum kann vera ein sokkin bátur, upplýsir vakthavandi á sjóbjargingarstøðini, MRCC.

Farmaskipið Mykines hjá Smyril Line sigldi um tvey tíðina í gjáranáttina á ein bát í Skopunarfirði.

Tveir mans vóru í bátinum, og annar varð bjargaður. 

Stutt eftir sakk báturin. 

Hin maðurin er ikki komin afturíaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598