Kommuna leigar marghøll fyri 15 milliónir krónur

Kommuna leigar marghøll fyri 15 milliónir krónur
Lánveitarin hevur treytir í leigusáttmálanum millum Vágs kommunu og Vágs ítróttaráð
Suðuroyar sparikassi hevur treytir í leigusáttmálanum hjá kommununi.
 
01.09.2017 - 08:03

Vágs kommuna hevur bundið seg til at leiga marghøllina, sum skal byggjast á Oyrunum í Vági, í 15 ár.

Leigan er ein millión krónur um árið. Fyrsta árið er 2019. Streymur og hiti eru við í leiguni.

Leigusáttmálin millum Vágs kommunu og Vágs ítróttaráð, sum er á donskum, sigur, at Vágs kommuna hevur rætt til at brúka marghøllina gerandisdagar millum klokkan 08.00 og 16.00.

Uttan fyri ta tíð hevur kommunan fyrsta rætt at brúka høllina.

Sambært leigusáttmálanum hevur Suðuroyar sparikassi, sum letur lán til byggingina, sett nakrar treytir fyri at tryggja sínar pengar í marghøllini. 

Millum annað kann leigusáttmálin hvørki broytast ella sigast upp uttan at Sparikassin góðtekur tað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489