Mótmælið av Skála ikki viðgjørt í býráðnum enn

Mótmælið av Skála ikki viðgjørt í býráðnum enn
Broytingin í byggisamtyktini var ikki búgvin at viðgera á seinasta býráðsfundi
Fólk á Skála vilja ikki hava eina høll sum ta á myndini. Hon er alt ov høg, halda tey.
 
08.09.2017 - 10:46

Býráðið í Runavik fer væntandi at viðgera mótmælið móti høgu høllini, Mest ætlar at byggja á Skála, á næsta býráðsfundi, sum verður 28.september.

Málið var ikki búgvið til býráðsfundin í síðstu viku, upplýsir býráðsskrivstovan í Runavík.

130 fólk á Skála hava mótmælt ætlanini hjá býráðnum í Runavíkar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri Skála, so Mest kann byggja eina 40 høga høll oman á turrdokkina.

Freistin at mótmæla ætlaðu broytingini í byggisamtyktini var til 18.juli. 

Tá býráðið er liðugt við uppskotið um at broyta byggisamtyktina, verður tað saman við mótmælinum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger eitt tilmæli til landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg. Hon tekur avgerðina um byggisamtyktina. 

Høllin, sum Mest ætlar at byggja á Skála, verður 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011