Borgarstjórin á býráðsfund við minniluta

Borgarstjórin á býráðsfund við minniluta
Býráðið á Tvøroyri hevur í dag sín fyrsta fund eftir, at borgarstjórin misti meirilutan í býráðnum 17. august.
 
11.09.2017 - 15:09

Tað gjørdi hann, tá Kristina Roest fór úr meirilutanum.

Kristina Roest er næstvald á Kommunulistanum, sum Kristin Michelsen, borgarstjóri, stovnaði fyri kommunuvalið í fjør. 

Trý fólk vórðu vald á Kommunulistanum, sum fekk skipað meiriluta saman við Anitu Vibergsdóttur, sum varð einsamøll vald á Borgaralistanum.

Javnaðarflokkurin, sum eisini fekk trý fólk vald í býráðið, var í minniluta.

Tá Kristina Roest fór úr meirilutanum, segði hon, at hon ætlaði sær ikki at skipa nýggjan meiriluta saman við Javnaðarflokkinum.

Eingin semja

Bjarni Hammer, býráðslimur, er burturstaddur. Hann verður tí ikki við á býráðsfundinum í dag.

Hann sigur, at eingin avtala er gjørd við Kristinu Roest um samstarv í býráðnum.

Fleiri mál á skrá

Býráðsfundurin á Tvøroyri er klokkan fimm seinnapartin. 

Býráðið skal millum annað viðgera oljudálkingina á Krambatanga í 2013. 

Kommunan hevur ein advokat at arbeiða við málinum, sum ikki er avgreitt enn. 

Kommunan krevur endurgjald fyri at taka oljuna upp, men staðfest er ikki, hvør dálkaði. 

Eitt annað mál á dagsskánni er vantandi havnargjald fyri Galaxy, sum sigldi fyri Smyril í vár.

Ætlanin er at stovna ungdómsráð á Tvøroyri. Býráðið skal eisini viðgera uppskot um tað á fundinum í dag.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976