- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
- Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær.
Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert í Norðurlandahúsinum tann 10. juli, har klaverleikarin Mattias Kapnas spælir. Tað er Hugin Eide, sum hevur tikið stig til útgávuna.
Pauli í Sandagerði hevur eisini gjørt eina heimasíðu, PS-Music.com, har hann hevur lagt eina ørgrynnu av løgum og stykkjum út, sum hann hevur gjørt til allan slag av tónleiki. Hetta er alt ein partur av at rudda upp í einum langum tónleikalívi, sum hann hevur útint, samstundis sum hann hevur verið lærari. Nú hann er vorðin pensjoneraður, eru stundirnar komnar at fáa skil á.
Pauli byrjaði sum klassiskur klaverleikari, men sum frá leið gjørdist hann serliga komponistur og kórleiðari.
- Nú havi eg ongantíð skrivað musikk fyri at fjeppast uppi í nøkrum ella gera nakran nøgdan. Eg havi bara skrivað fyri mína egnu skyld. Tá eg byrjaði sum klaverleikari, spældi eg Bach og Beethoven, og so líktust stykkini tí. Síðan spældi eg romantiskan tónleik, Chopin og aðrar, so fóru stykkini at líkjast tí. Men so fór eg at leita eftir einum føroyskum máta at skriva uppá. So fann eg eitt slag av tónum, sum eg føldi hoyrdu heima í Føroyum. Og tá eg nú hyggi aftureftir, so síggi eg, at har er ein linja í tí, sigur Pauli í Sandagerði.
Serliga tá ið útlendingar spæla stykki eftir Paula í Sandagerði, siga teir, at tað er øðrvísi, enn teir eru vanir við. Pauli hevur skrivað so nógv sløg av tónleiki, líka frá rocki til kamartónleik, og sjálvur sigur Pauli felagsnevnaran vera kenslur og samskifti.
Hoyr alla samrøðuna við Paula í Sandagerði her.