Fíggjarlógin 2018 skal fyri løgtingið í vikuni

bannari
Fíggjarlógin 2018 skal fyri løgtingið í vikuni
Sambært stýrisskipanarlógini skal uppskotið um løgtingsfíggjarlóg leggjast fyri løgtingið fyri fyrsta oktober.
 
23.09.2017 - 13:27

Fyrsti oktober er sunnudagin um eina viku, og tí skal uppskotið um fíggjarlóg 2018 leggjast fram í seinasta lagi í hesi vikuni.

Løginsskrivstovan skal hava uppskotið tríggjar yrkadagar, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið, so umsitingin kann eftirkanna uppskotið. Tað vil siga, at fíggjarmálaráðið skal vera liðugt við uppskotið í seinasta lagi týskvøldið á miðnátt.

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, sum er 17. atkvøðan hjá samgonguni, segði fyrr í vikuni, at hon hevur nøkur krøv til fíggjarlógina. Hon segði, at fyritíðarpensjónirnar skulu hækka 3000 kr. komandi tvey árini. 

Uppskotið til fíggjarlóg skal verða samtykt innan árskiftið, tí nýggj fíggjarlóg kemur í gildi fyrsta januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846