Kvinnuligir roykjarar í stórum vanda

Kvinnuligir roykjarar í stórum vanda
Nú kann samanhangurin millum royking og bróstkrabba prógvast
 
24.09.2017 - 13:00

Ungar kvinnur, sum roykja illa, áðrenn tær eiga sítt fyrsta barn, eru í munandi størri vanda at fáa bróstkrabba, tá tær blíva eldri. Og vandin minkar ikki, hóast tær gevast at roykja.

Tað vísir ein stór kanning, sum granskarar á universitetinum í Keypmannahavn hava gjørt. Granskararnir hava fylgt við 21.000 donskum sjúkrarøktarfrøðingum í meir enn 15 ár.

Hetta veit danska blaðið Jyllands-Posten at siga.

Granskararnir kunnu nú við vissu siga, at kvinnur, sum roykja, at vandin at fáa bróstkrabba er 27 prosent størri samanborið við kvinnur, ið ongantíð hava roykt.

Jú meira og í longri tíð kvinnurnar roykja, jú størri gerst vandin at fáa krabbamein í bróstini.

Royking er serliga vandamikil fyri tær kvinnurnar, sum eru byrjaðar at roykja á ungum árum, og sum tá hava roykt illa. Vandin fyri, at tær fáa bróstkrabba, er øktur við ikki færri enn 58 prosentum, siga granskararnir.

Við hesi kanningini ber til at staðfesta, at tað ger ongan mun í sambandi við bróstkrabba, um ein kvinna gevst at roykja, um hon, áðrenn hon fekk fyrsta barnið, roykti millum 15 og 20 sigarettir í 10 ár.

Hetta er fyrstu ferð, at tað er prógvað, at royking spælir ein stóran leiklut í sambandi við krabbamein í bróstunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650