HM finalan fór aftur við borðinum

HM finalan fór aftur við borðinum
Sverri Sandberg Nielsen var hálvt annað sekund frá HM A-finaluni fyri single scullarar
Sverri Sandberg Nielsen skal rógva B-finalu í heimsmeistarakappingini fyri single scullarar
 
29.09.2017 - 16:21

Sverri Sandberg Nielsen hevur róð hálvfinalu í heimsmeistarakappingini fyri single scullarar í Florida í USA fyri løtu síðani, men hann var akkurát ov stuttur til at røkka finaluplássinum.

Tríggir teir fremstu rógvararnir sleppa víðari í sjálva finaluna, og Sverri kom á mál sum nummar fýra, og tí verður onki finalupláss til hansara.

Týskarin var drúgvari

Sverri legði hart út og var millum tríggjar teir fremstu í startinum, men á 500 metrum vóru heilir fimm scullarar so at siga púra javnir.

Á 1.000 metrum var Sverri næstaftastur, men tá hann hevði róð 1.500 metrar hevði hann vunnið seg fram á fjórða plássið.

Har gjørdi hann ein vørr og royndi veruliga at taka týskaran á triðja plássi aftur, men tað var ov seint. Týskarin fór um málstrikuna hálvt annað sekund fyrr enn Sverri.

Kekkia, Kuba, Ný Sæland, Bretland, Kroatia og Týskland verða umboðað í A finaluni í HM sunnudagin, meðan Sverri við sínum fjórðaplássi skal rógva í B-finaluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366