Bygningurin til Sjóvinnustýrið kostar 14 mió. kr.

Bygningurin til Sjóvinnustýrið kostar 14 mió. kr.
Nýggi bygningurin skal eftir ætlan verða liðugur í 2019
 
02.10.2017 - 15:14

Nýggi bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum verður mettur at kosta 13,7 milliónir krónur, og tá er innbúgv ikki íroknað. 

Tað verður upplýst í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.

Sjóvinnustýrið hevur síðani á sumri í fjør húsast í fyribilshølum, eftir at stovnurin varð noyddur at flyta úr hølunum í Miðvági.

Eingi hóskandi høli eru til Sjóvinnustýrið í Vágum, og tí verður farið at byggja nýggjan umsitingarbygning í oynni.

Byrja næsta ár

Arbeiðið verður boðið út næsta ár, og tá verður eisini farið undir byggingina. 

Nýggi bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum verður eftir ætlan liðugur í 2019. 

Fimm milliónir verða játtaðar næsta ár, og hinar 8,7 milliónirnar verða játtaðar í 2019. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976