Sjóvinnustýrið fær nýtt hús í Vágum um tvey ár

Sjóvinnustýrið fær nýtt hús í Vágum um tvey ár
Fyribils verður stýrið kanska flutt til Havnar, tí høli at leiga finst ikki í Vágum
Sjóvinnustýrið varð flutt í Vágar fyri 15 árum síðani.
 
20.10.2017 - 09:35

Sjóvinnustýrið verður verandi í Vágum.

Men kanska flytur tað tó haðani fyribils.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, ætlar at byggja Sjóvinnustýrinum nýggjan bygning fyri 13,7 mió. kr. í Vágum, tí hóskandi høli fáast ikki at leiga har. 

Verklagslógin um byggingina kemur skjótt í løgtingið.

Í fjør noyddist Sjóvinnustýrið at flyta úr Miðvági, tí bygningurin, stýrið var í, ikki leyk neyðug myndugleikakrøv. 

Síðani hevur Sjóvinnustýrið húsast í einum fyribilshøli við flogvøllin í Sørvági. 

Eisini óhóskandi

Fyribilshølið var upprunaliga ikki ætlað til skrivstovur. Tað rúmar harafturat ikki nóg væl virkseminum hjá Sjóvinnustýrinum, sigur Vinnumálaráðið.

Poul Michlelsen sigur, at fæst ikki høli til Sjóvinnustýrið í Vágum, er hann sinnaður at flyta tað úr Vágum til nýggi bygningurin er liðugur um tvey ár. 

Flutti í 2002

Sjóvinnustýrið flutti í Vágar í 2002.

Arbeiðseftirlitið hóttir annars við at melda Sjóvinnustýrið til fútan fyri brot á arbeiðsumhvørvislógina, tí arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eru so vánaligar.

Sjóvinnustýrið hevur nú slakar tvær vikur at fáa viðurskiftini í rætt lag. 

Annars fer Arbeiðseftirlitið til fútan við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558