Løgtingið eigur ikki at viðgera uppskotið nú

bannari
22.10.2017 - 11:32
Innlendis›Politikkur
Løgtingið eigur ikki at viðgera uppskotið nú
Løgtingið eigur ikki at viðgera uppskotið um stjórnarskipan. Tað heldur Jógvan á Lakjuni.

Hann situr sjálvur í formansskapinum hjá løgtinginum og var tingformaður síðsta valskeið.

Hann fer at taka uppritið hjá løgtingsumsitingini til eftirtektar og atkvøða nei, tá løgtingsfólk skulu taka støðu týsdagin, um stjórnarskipanaruppskotið skal viðgerast.

Løgtingsumsitingin heldur, at uppskotið hjá løgmanni er ikki búgvið hjá løgtinginum at taka støðu til.

Og uppskotið er ikki í samsvari við tingskipanina, heldur umsitingin hjá løgtinginum.

- Tað er eingin ivi um, at umsitingin mælir til at vísa hesum uppskotinum burtur. Løgtingið skal sjálvandi sleppa at taka støðu, men eg ætli mær at atkvøða fyri tí at vísa tað burtur, tí eg haldi, at hetta er púra órealistiskt. Og eg fari at mæla løgtinginum til at gera tað sama, sigur Jógvan á Lakjuni.

Mæla til - og taka støðu

Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu segði hósdagin, at formansskapurin var samdur um, at løgtingið skuldi taka støðu til, um stjórnarskipanaruppskotið skal viðgerast.

Men sjálvt um tað stendur í tingskipanini, so fer hann ikki sjálvur beinleiðis at mæla løgtinginum til at vísa uppskotið burtur.

- Vit taka støði í uppritinum frá umsitingini, men vit meta, at tað er rætt, at tað er tingið sjálvt, sum sleppur at gera av, um tað skal vera eitt nei ella tað skal vera eitt ja. Tí er orðingin kanska eitt sindur meira neutral enn tað, sum umsitingin mælir til, segði hann.

Sum partur av formansskapinum fer Jógvan á Lakjuni at mæla løgtinginum til at atkvøða nei.

- Sjálvandi kann tað vera eitt sindur trupult, um tú ivast sjálvur, um tú skal vísa tí burtur ella ikki, hvussu tú orðrar teg, sigur Jógvan á Lakjuni og sipar til løgtingsformannin Páll á Reynatúgvu.

Uppskotið hevur ongan kjans

Jógvan á Lakjuni heldur, at uppskotið um stjórnarskipan hevur ongan kjans í politisku skipanini, sum støðan er nú.

Hann heldur, at hansara royndir í politikki siga honum púra greitt, at ein grein 25-nevnd fer ikki at finna semju um uppskotið.

- Tað er sera órealistiskt at billa sær inn, at nevndin fer at finna semju um uppskotið næsta, sigur Jógvan á Lakjuni, sum er tingmaður fyri Fólkaflokkin og partur av formansskapinum hjá løgtinginum. 

 


 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650