Nógv færri og størri jarðarstykki á Strondum

Nógv færri og størri jarðarstykki á Strondum
Útskiftingin innangarðs á Strondum er liðug og komin í gildi
Strendur eftir útskiftingini.
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
26.10.2017 - 08:05

Jørðin á Strondum er nú í okkurt um 1.000 lutum.

Útskiftingin innangarðs kom í gildi í gjár, upplýsir Umhvørvisstovan.

Jørðin er nú í størri lutum, tí fyri útskiftingina vóru 2.300 jarðarstykki innangarðs á Strondum.

Matrikul og tingbók verða nú førd samsvarandi. Hetta arbeiðið verður liðugt um tríggjar vikur.

Eftir er at seta nýggju markini av á staðnum. Tað arbeiðið byrjar væntandi í komandi viku.

Sjóvar kommunan hevur í sambandi við útskiftingina ognartikið lendi til útbyggingar.

Hugsað er eisini um Eysturoyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Hósdag 19. mars
Nýtt ljóð 19. mars 2026
205893
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869