10 kvinnur vitna í Eystara landsrætti

10 kvinnur vitna í Eystara landsrætti
Vitnisfrágreiðingar eru á skránni fyri rættarfundin í Eystara landsrætti í dag, har ein kommunulækni situr á ákærubeinkinum
 
30.10.2017 - 15:58

Kommunulæknin er ákærdur fyri at hava framt blygdarskemd móti níggju kvinnum og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina kvinnu, sum var komin til læknaviðtalu.

Hjásitin hjá kvinnunum, Christian Andreasen, bað um afturlatnar hurðar, meðan kvinnurnar vitnaðu. 

Tá er eingin atgongd í rættarhølið fyri fjølmiðlar og almenningin annars. Tó var ein kvinna, sum vildi vitna fyri opnum hurðum. Tað gjørdi hon eisini í Føroya Rætti.

Tá hesar vitnisfrágreiðingar eru lidnar seinni í dag, endar innleiðandi próvførslan við proceduru. Tá siga ákæri og verji sína fatan av, hvussu málið hongur saman við støði í tí, sum er komið fram í málinum. 

Dagurin er tó ikki ásettur enn, nær proceduran verður, tí bíðað verður eftir úttalisi frá danska rættarlæknaráðum um læknafakligu viðurskiftini í málinum.

Proceduran verður 21. februar 2018 í rættarhølinum hjá Eystara Landsrætti í Keypmannahavn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386