Fullur føroyskur limaskapur fyri á ársfundinum

Fullur føroyskur limaskapur fyri á ársfundinum
Formansskapurin hjá Norðurlandaráðnum viðger og tekur avgerð um tvær umsóknir úr Føroyum hósdagin
Løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum eiga uppskotið um fullan føroyskan limaskap. Norðurlandaráðið hevur 69.ársfundin í Helsinki. Fundurin er settur í dag.
 
31.10.2017 - 12:13

Spurningurin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum verður avgjørdur í formansskapi ráðsins hósdagin.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, løgdu uppskotið fram í fjør.

Men longu tá var greitt, at tað fór ikki at vinna frama.  

Sambært skránni fyri ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum byrjar í dag í Helsinki, eru orðaskifti og avgerð á skránni hósdagin. 

Fullur limaskapur

Talan er um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og part í norðurlendskum avtalum og millumtjóðasáttmálum.

Formansskapurin skal eisini viðgera og taka avgerð um eitt uppskot hjá Jenisi av Rana og Ruth Vang, umboðum løgtingsins í Norðurlandaráðnum í fjør, um føroyska luttøku í norðurlendskum avtalum og millumtjóðasáttmálum.

Formansskapurin mælir til ikki at fara víðari við føroysku umsóknunum. 

Tær verða ikki góðtiknar, tí í fyrsta umfari er talan um ein spurning millum Føroyar og Danmark, sigur formansskapurin hjá Norðurlandaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672