Sjúkrarøktafrøðingarnir farnir í verkfall

Sjúkrarøktafrøðingarnir farnir í verkfall
Eingin semja varð funnin millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið. Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, boðaði frá verkfalli í gjárskvøldi
 
04.11.2017 - 10:15

Semingsroyndin millum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála ístaðin fyri sáttmálan sum fór úr gildi 1. oktober, er endað, uttan at partarnar náddi eini semju. 

Tað hendi í gjárkvøldið, tá Terje Sigurðsson, semingsmaður, gavst við royndini at finna semju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. 

Tað vil siga, at arbeiðssteðgurin, sum varð fráboðaður í síðstu viku, nú verður settur í gildi. Tað eru allir narkosusjúkrarøktarfrøðingarnar á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum fara í verkfall beinanvegin. 

Eingin ynskir arbeiðssteðg, og als ikki vit, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

- Vit hava enn einaferð roynt at fingið ordiligar samráðingar við Fíggjarmálaráðið, men tíverri vísa tey ongan veruligan áhuga í at viðgera tey krøv, sum hava týdning fyri okkum. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, og hava tí einki annað val enn at fara í arbeiðssteðg.

Okkara limir fáa munandi minni í løn enn aðrir starvsbólkar við somu útbúgvingarlongd og ábyrgd. Tað er eingin grundgeving fyri, hví hetta er so, annað enn at hetta er ein søguligur skeivleiki. Vit hava sum felag roynt at rættað skeivleikan í nógv ár, men svarið er altíð, at peningurin ikki er til tað. skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715