Fasti gerðarætturin viðgerð kæru um arbeiðssteðg

Fasti gerðarætturin viðgerð kæru um arbeiðssteðg
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur við útvarpið, at málið verður viðgjørt sum skundmál, og at hann væntar at fáa ein úrskurð í dag.
 
05.11.2017 - 15:03

Fasti gerðarætturin situr í løtuni og viðgerð kæruna frá Lønardeildini um arbeiðssteðgin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lýst arbeiðssteðg. Ein arbeiðssteðg, sum Lønardeildin metir vera ólógligan.

Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, sigur við útvarpið, at málið verður viðgjørt sum skundmál og at hann væntar at fáa ein úrskurð í dag.


Í morgin klokkan átta fara fleiri limir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall.

Tá fara sjúkrarøktar-fakligu varastjórarnir á øllum trimum sjúkrahúsunum. Eisini leiðarin á Uttanlandstænastuni, depilsleiðarar á kirurgiska og medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og haraftrat allir deildarleiðarar og varadeildarleiðarar á øllum sjúkrahúsunum - undantikið á psykiatriska deplinum.

Longu fríggjadagin vóru narkosu-sjúkrarøktarfrøðingarnir sendir í verkfall, eftir at semingsmenninir steðgaðu semingsroyndini. Og í gjár boðaði felagið frá, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir og Lønardeildin hava sitið við samráðingarborðið síðan mánadagin, men uttan at nakar sáttmáli spurdist burturúr.

Lønardeildin heldur, at verkfallið er ólógligt, tí semingsmaðurin onga fráboðan hevur fingið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860