Súni skrivaði til danskan ráðharra

Súni skrivaði til danskan ráðharra
Stjórin í Eik Banka vildi vita, hví danir blandaðu seg í eitt føroyskt skattamál.
7. mars 2016 skrivaði Súni Schwartz Jacobsen, táverandi stjóri í Eik Banka, til Troels Lund Poulsen, vinnumálaráðharra í Danmark.
 
11.11.2017 - 16:31

7. mars 2016 skrivaði Súni Schwartz Jacobsen, táverandi stjóri í Eik Banka, til Troels Lund Poulsen, vinnumálaráðharra í Danmark.

Í brævinum er viðfest eitt bræv, sum Súni Schwartz Jacobsen sama dag sendi til Henrik Bjerre-Nielsen, stjóra í Fíggjarligum Støðufesti.

Orsøkin til, at bankastjórin skrivaði til danska ráðharra, var, at Fíggjarligt Støðufesti ein mána frammanundan hevði sett seg í samband við føroyskar myndugleikar at kunna um "skattamálið" hjá bankanum. 

Í brævinum kunnar Súna Schwartz Jacobsen um, at føroyskir myndugleikar nú hava tikið málið upp til nýggja viðgerð.

Men Súni Schwartz Jacobsen skrivar eisini, tí hann vil vita, hví danir hava blandað seg í eitt føroyskt skattamál.

Súni Schwartz Jacobsen spyr tí Troels Lund Poulsen, um brævið frá Fíggjarligum Støðufesti skal tulkast sum "udtryk for den danske stats holdning i en sag vedrørende færøsk skatteret".

10 dagar seinni fekk Eik Banki svar. Tað komu tvey brøv; eitt frá Henrik Bjerre-Nielsen, stjóra í Fíggjarligum Støðufesti, og eitt frá Steen Lohmann Poulsen, fíggjarstjóra í danska Vinnumálaráðnum.

Báðir svara, at danski staturin hevur onga støðu til skattamálið. 

Henrik Bjerre-Nielsen endurtekur tó, at Fíggjarligt Støðufesti metti, at tað var neyðugt at kunna føroyskar myndugleikar um málið til tess at tryggja framtíðar samstarvið í Ríkisfelagskapinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815