Avstraliarar taka undir við samkyndum hjúnarlagi

Avstraliarar taka undir við samkyndum hjúnarlagi
Avstralia endaði fyrr í vikuni mánaðardrúgva vegleiðandi bræv-atkvøðugreiðslu um hjúnarlag millum samkynd
Avstraliarar fegnast um úrslitið av fólkaatkvøðuni
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
15.11.2017 - 09:49

Alsamt fleiri lond loyva nú samkyndum at giftast. 

Talið av londum er trífaldað síðani 2010, og hugsanin um samkynd er eisini í broyting kring allan heim, skrivar Kristeligt Dagblad.

Meirilutin av avstralsku veljarunum hava atkvøtt fyri at loyva samkyndum at ganga í hjúnarlag. Tað skrivar blaðið, The Australian.

61,6 prosent atkvøddu fyri, og 38,4 prosent atkvøddu í móti.

Uppskot á veg

Avstralski forsætisráðharrin, Malcolm Turnbull, sigur, at hann fer at senda lógaruppskot um hetta í parlamentið, nú meirluti er fyri tí.

Funnist hevur verið at Turnbull, tí hann ikki beinanvegin sendi uppskotið til atkvøðugreiðslu í parlamentinum, men heldur sendi tað til fólkaatkvøðu, og at fólkaatkvøðan hevur kostað avstralska skattgjaldaranum 122 miljónir avstralska dollarar, - tað svarar til áleið 590 miljónir krónur.

Avstralski forsætisráðharrin hevur lovað, at lógaruppskotið verður borið í parlamentið áðrenn jól.

Verður uppskotið samtykt, at samkynd kunnu giftast, verður Avstralia 19. landið, sum loyvir hesum hjúnarlagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094