Løgmaður: Javnaðarflokkurin má semjast

bannari
15.11.2017 - 14:44
Innlendis›Politikkur
Løgmaður: Javnaðarflokkurin má semjast
- Fáa vit ikki fiskivinnunýskipanina samtykta, tí ósemja er í Javnaðarflokkinum, so er trupult at vera stjórnarberandi, sigur løgmaður
Flokkurin hjá løgmanni er í tvíningum um fiskivinnunýskipanina. Megnar hann ikki at finna stevið, kann hann ikki sita í landsstýrinum
Mynd: savn  

- Sum uppskotið um nýskipan sær út í løtuni, so hava vit tíverri ikki 17 atkvøður fyri.
Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður eftir kreppufund í samgonguni fyrrapartin.
Hann sigur, at nú skulu ávísar tillagingar gerast í uppskotinum fyri at fáa samgonguna samda. Men hann ávarar um, at verður nýskipanin ikki samtykt vegna ósemju í Javnaðarflokkinum, so kann flokkurin ikki sita í stjórn

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026